Anæstesideild
Fyrisiting
Fysiurgiska deild
Føðideild
Goymsla
Kardiologisk starvsstova
Køkur
Leiðbeining / telefonskiftil
Pínuklinikk
Portørdeild
Rannsóknarstova/Laboratorium
Røntgendeild
Seingjadeild
Skurðdeild
Tekniska deild
Vaskarí

Kardiologiska starvsstovan:
Á starvsstovuni verða kanningar gjørdar av innløgdum og ambulantum sjúklingum.
Hiðani verður antikoagulatiónsviðgerð (Marevan) eisini stýrd.

Ekkokardiografi:
Ekkokardiografi er ein ultraljóðskanning av hjartanum.
Kanningin verður gjørd við atliti til hvussu lokurnar virka, pumpuevnini í hjartakømurunum, trýstviðurskifti í hjarta og lungum og við atliti til viðfødda hjartasjúku.
Kanningin krevur onga fyrireiking frá sjúklingsins síðu, og tekur vanliga millum 20 min. og 45 min.

Arbeiðs-EKG:
Í samband við arbeiðs-EKG verður serliga mett um æðra-kálking í krúnuæðrunum.
Kanningin verður gjørd meðan sjúklingurin verður strongdur á einari motiónssúkklu, har samstundis EKG verður tikið.
Kanningin tekur umleið 45 min.
Tað er ein fyrimunur um sjúklingurin hevur egnaði klæðir og skógvar at súkkla í.
Ein fyrimunur kann vera, um ein hevur etið eitt minni mál-tíð áðrenn kanningina.
Annars krevur kanningin onga fyrireiking.

Holterregistrering:
Við Holterregistrering fær sjúklingurin ein talgildan band-upptakara at ganga við.
Talan kann vera um 1 ella 2 døgn, men stundum eisini fleiri døgn.
Ymiskir mátar eru har sjúklingurin sjálvur kann aktivera upptøkuna í samband við symptomir.
Holterregistrering verður nýtt til at meta um sjúklingar, sum dragast við hjartabankan, ørilsi og við ógreinaðar til-burðir har sjúklingurin er uttan vit. 
Ongin fyrireiking krevst til kanningina.

Hjartarehabilitering:
Í samráð við sjúkrarøktarfrøðing er skipað fyri miðvísari fyribyrging av æðrakálking hjá sjúklingum, sum hava fingið staðfest krúnuæðrakálking.
Skipað er eisini fyri miðvísari tillaging av heilivági til sjúklingar sum hava fingið staðfest niðursetta pumpufunk-tión í hjartakømurunum.

 

Útskriva skjalið Send skjalið